Serblað • Copenhagen Fashion Week 3 Events Frinsar eru eitt must Heystmótin í Events hevur nógv áhugavert at bjóða ungu kvinnuni, sum ikki er í øllum hinum handlunum. Events er ein handil, ið ikki altíð velur tryggu loysnina, sum selur væl, men roynir hinvegin at finna øðrvísi klæðir, hóast tað ikki rakar tann breiða kundaskara. – Vanligt er nógv av mynstri og litum í Events, og tað halda vit fram við, hóast myrkir litir eyðkenna mótan í heyst. Men vit hava eisini valt at taka nýggj merkir til okkum, har klæðini eru meira minimalistisk, sigur Halla Gullfoss, ið eigur Events. Tað var nógv áhugavert á Copenhagen Fashion Week, ið gav íblástur, heldur hon. – Serliga fangaðu frinsarnir mín áhuga. Tað vóru ógvuliga nógv lekkur og smørt klæðir við frinsum. Annars var eisini nógv av brodering, ruskinn og velour. Handilseigarin sigur, at eitt rák frá 70’unum var á mótavikuni, millum annað smølu niður deilarnir við knappum framman og buksur við sveig. Hon ásannar, at tað er kortini torført hjá víðum buksum at festa rót hjá føroyskum kvinnum, tí smølu buksurnar hava verið og eru framvegis so væl umtóktar. Í næstu viku letur barnahandilin Rákið upp aftur, ið hevur verið stongdur í eina tíð. Halla Gullfoss hevur yvirtikið handilin, sum selur klæðir til børn í aldrinum átta til 14 ár. Rákið liggur við síðunar av Events á 1. hædd. Latið verður upp hósdagin 18. februar.
Download PDF fil