4 Serblað • Copenhagen Fashion Week Skálkur Ungu menninir eru smartir – Tað er broytt nógv seinastu árini. Ungu fýrarnir eru meira djarvir nú og í nógvum førum eru teir smartari enn hitt kynið, eisini bygdadreingirnir, sigur handilsleiðarin brosandi. Nógv áhugavert var at fáa eyga á á Copenhagen Fashion Week. Skálkur hevur tikið tvey nýggj merki til sín. – Vit hava bílagt jakkar frá Fat Moose, sum bara selir jakkar. Teir eru regn og vindtættir og eru super feitir, sigur Hávardur í Stórustovu. Kovboybuksur ganga sum heitt breyð í Skálki. Umframt at hava keypt inn av teimum vanligu, væl umtóktu merkjunum frá Gabba og Dielsel, hevur Skálkur bílagt kovboybuksur frá Only & Sons. – Only er eitt kent klædnamerki til kvinnur, men er farið undir at gera klæðir til menn eisini. Klæðini eru rímiliga bílig, og nú verður so møguleiki hjá monnum at fáa einar kovboybuksur fyri 300–400 krónur, sum annars ikki hevur verið borið til, sigur hann. Umframt kovboybuksur, ið ongantíð fara av móta, verða tær sonevndu chinos buksurnar framhaldandi at síggja í heyst. Til yvirpartin verður tær ternutu „skovmandskjúrturnar“ aftur á hillunum og tað sama verða blusurnar, ið hava onkrar strípur og tekst á. Á skógvasíðuni eru sneekers framvegis eitt hitt. Yvirskipað verða myrku litirnir framvegis dominerandi í Skálki. Tað sigur Hávardur í Stórustovu, sum er handils leiðari í Skálki. Hann heldur, at føroysku mannfólkini eru einki aftanfyri konufólkini, tá talan er um móta.
Download PDF fil