2 Serblað • Copenhagen Fashion Week SMS á altjóða mótamessu Føroyingar fylgja væl við, hvat hendir á altjóða mótapallinum. Tí er av alstórum týdningi, at handlarnir í SMS hava tað nýggjasta nýggja Tvær ferðir um árið eru klædnahandlarnir í SMS við á Copenhagen Fashion Week. Handilsfólkini eru júst afturkomin frá mótavikuni. Við í viðførunum hava tey spennandi íblástur til heystmótan í 2016, ið tey longu nú skulu hugsa um. SMS skal hava bestu og røttu vøruna og harvið vera fyrsta valið, tá fólk fara til handils. Av somu orsøk er neyðugt, at handilsfólkini eru við á mótamessunum kring heimin og dagføra seg við tí nýggjasta. Kappingin við umheimin er beinhørð. Føroyingar vita, hvat teir vilja hava, og tí ber ikki til bara at sita í Føroyum og bíleggja vørur. Neyðugt er vera á stað num og merkja og síggja vøruna, so trygd er fyri, at tað er góðskuvøra. Umframt at fáa hugskot til innkeypið til komandi seks mánaðirnar, er eisini ein fyrimunur at luttaka á mótamessum, við at handilsfólkini kunnu hitta leverandørar og gera nýggjar ella betri handilsavtalur. Á Copenhagen Fashion Week fæst eisini íblástur til tiltøk, sum kunnu húsast í SMS. Tí er SMS meira enn bara ein sølu miðstøð. Tað er umráðandi, at viðskiftafólkini verða glað fyri at vitja SMS. Tað skal vera fólksligt, og øll skulu kunna fáa eina upp living, bæði tá tey keypa og tá tey vitja býligshúsið. Álmanakkin hjá SMS er á tremur við tiltøkum restina av árinum, bæði til stór og smá. Hvørja viku er okkurt nýtt. Í síðstu viku var húsið karmur um Frozendagar, hesa vikuna er Ráðið fyri Ferðslutrygd á Torginum við millum annað bilinum Hvølvus og í næstu viku verða Torgadagar, har fleiri handlar eru á Torginum við útvaldum vørum og góðum tilboðum. Í blaðnum sær tú, hvat spennandi handlarnir í SMS hava at bjóða í heyst. Pennur: Sára Jógvansdóttir | Samskipari: Fríða Næs | Myndafólk: Ditte Mathilda Joensen | Ábyrgd: Regin W. Dalsgaard
Download PDF fil