W Leikum fagurt Heðin Brú Høvuðssøgugongdin er um Íhaldsflokkin, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkin, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum. Sprotin 2017. 218 bls., heft. Fyrr: kr. 248,- Nú: kr. 70,- W Í sortanum William Heinesen. Bjarni Niclasen týddi. Tíðin undir 2. heimsbadaga er døpur og hættislig, men samstundis ein gulløld, tá ið sjómaðurin við síni váðasigling flutti ævintýrlig ognarvirði til landið. Sprotin 2012. 384 bls., heft. Fyrr: kr. 188,- Nú: kr. 50,- W Tornið á heimsins enda William Heinesen. Hans Thomsen týddi. Í kvirruni hoyrast langt burturi stjørnudropar dryppa av himni. Afturljóðið hoyrist um alt tað stóra himnahválvið . Sprotin 2014. 224 bls., heft. Fyrr: kr. 188,- Nú: kr. 50,- W Degningsvindar William Heinesen. Christian Matras týddi. Skaldsøgan lýsir skiftið í tí gamla føroyska samfelagnum til veruliga fiskivinnu og handilsskap. Sprotin 2014. 344 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 50,- W Móðir sjeystjørna William Heinesen. Heðin Brú týddi. Henda søgan fer fram í Havn um aldamótið og er um kærleika av ymiskum slag: bæði millum gentu og drong, millum tilkomið fólk og millum móður og barn. Sprotin 2013. 116 bls., heft. Fyrr: kr. 149,- Nú: kr. 50,- W Nóatún William Heinesen. Áshild Olsen týddi. Hendan skaldsøgan er um nøkur ognarleys fólk, ið setast niður í einari útryðju, og um lagnu teirra. Sprotin 2012. 302 bls., heft. Fyrr: kr. 188,- Nú: kr. 50,- W Laterna magica William Heinesen. Jonhard Mikkelsen týddi. Spakuliga verður spákað út á Gráskalla bryggju, har alt endar, og gamli ferjumað urin tolin situr og bíðar . Sprotin 2014. 134 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 50,- W Lívsins aks Sven Delblanc. Jákup í Skemmuni týddi Lívsins aks er stórfingin og skelkandi frásøgn um ein griman og ringan barndóm. Sprotin 2008. 204 bls., heft. Fyrr: kr. 169,- Nú: kr. 50,- W Bert er bróðurleyst bak Leif Davidsen. Sonne Smith týddi Spennandi og hugtakandi skaldsøga um kríggj og kærleika, um stríð milllum ideologiir – og kynismu og idealismu. Forlagið Smith 2013. 444 bls., innb. Fyrr: kr. 260,- Nú: kr. 78,- W Brævaskiftið millum Abelard og Heloise Eilif Samuelsen týddi Søgan um sambandið millum Abelard og Heloise er ein av heimsins mest víðagitnu og tragisku kærleikssøgum. Forlagið Hemlið 2010. 150 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 50,- W Fedrar og Synir Ivan Turgenjev. Eilif Samuelsen týddi Skaldsøgan lýsir tað russiska samfelagið mitt í 1800-talinum, har fedrarnir og syn irnir umboða tvær heilt ymiskar áskoða nir á samfelagið. Forlagið Hemlið 2005. 269 bls., heft. Fyrr: kr. 240,- Nú: kr. 30,- W Gestur hjá veruleikanum Pär Lagerkvist. Eilif Samuelsen týddi Bókin er ein sjálvsævisøgulig skaldsøga, sum sigur frá, hvussu ein viðkvæmur, sermerktur drongur ger sínar fyrstu beisku royndir av lívinum. Forlagið Hemlið 2011.131 bls., heft. Fyrr: kr. 180,- Nú: kr. 30,- W Bøðilin Pär Lagerkvist. Eilif Samuelsen týddi Bókina skrivaði Lagerkvist í 1933, árið tá ið Hitler tók við valdinum í Týsklandi. Longu tá fekk hann varhugan av, at óndskapurin fór at verða grundtónin í politikki hansara. Forlagið Hemlið 2008. 88 bls., heft Fyrr: kr. 150,- Nú: kr. 30,- W Dr. Jekyll og Mr. Hyde R. L. Stevenson. Jóannes av Skarði týddi Viðgitna vísindaskaldsøgan um tann æviga spurningin: Hvussu er mannalyndið samansett? Ungu Føroyar 2017. 122 bls., heft Fyrr: kr. 100,- Nú: kr. 75, - W Hvíta baðhúsið Thorvald Steen. Jákup í Skemmuni týddi Hvíta baðhúsið er ein skaldsøga um skomm, dulsmál og prísin fyri at vera ærligur. Sprotin 2018. 204 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 70,- W Kærleiki Hanne Ørstavik. Jákup í Skemmuni týddi Um móður og son, sum búgva í lítlari bygd í Norðurnoregi. Hetta er dagin fyri føðingardagin hjá Jóni, hann fyllir níggju ár. Tey bæði eta saman, men annars liva tey í hvør sínari verð. Sprotin 2018. 166 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 70,- W Tey ósjónligu Roy Jacobsen. Edvard S. Olsen týddi Ingrið veksur upp á eini oyggj. Havið er hennara ævintýr. Fiskurin, illveðrið, fátæktin. Hon eigur árstíðirnar, fuglarnar og sjónarringin. Sprotin 2016. 242 bls., heft. Fyrr: kr. 248,- Nú: kr. 90,- W Hvítt hav Roy Jacobsen. Edward S. Olsen týddi Pallmyndirnar eru frá seinna heims bardaga, heystið 1944 og várið 1945. Meðan hon gongur fram við fjøruni, sær hon á fuglunum, ið stoyta seg, at okkurt flýtur í vatnskorpuni. Lík reka í land . Sprotin 2018. 230 bls., heft Fyrr: kr. 248,- Nú: kr. 90,- W Til Sibiria Per Petterson. Jákup í Skemmuni týddi. Eitt konufólk aftur á síni barnaár í 30og 40-árunum í lítlum útróðrarplássi í Norðurjútlandi. Pápanum gongst illa, og hennara inniliga trúgvandi móðir søkir sær troyst í at yrkja sálmar. Sprotin 2018. 2450 bls., heft. Fyrr: kr. 248,- Nú: kr. 70,- Síða 3 | Bókaútsølan
Download PDF fil