SKALDSØGUR W Undir suðurstjørnum Gunnar Hoydal Faðirin fer við húskinum úr Føroyum til Suðuramerika at arbeiða fyri ST í nøkur ár. Sum vaksin ferðast børnini aftur, og tað birtir lív aftur í hálvgloymd minni og óbroytiligar sannleikar. Sprotin 2012. 306 bls., heft. Fyrr: kr. 188,- Nú: kr. 50,- W Rekamaðurin Jens Pauli Heinesen Rist ikki so á hondunum, vinurin, minst til orðini hjá Kristjani fjórða aftan á slagið við Femern. Hann var særdur 23 ferðir, men fór á føtur, treiv um svørðið og rópti: Væl eri eg særdur, men ikki hættisliga. Sprotin 2016. 124 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 50,- W Bókin um tað góða Carl Jóhan Jensen Um tann rúmliga trýss ára gamla prentaran K., sum ein várdag í 2011 ásannar, at hann hevur mist trúnna upp á tað góða soleiðis, sum hann frá barnsbeini er vandur upp til at skilja tað góða í einum andliga trongum umhvørvi. Sprotin 2015. 238 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 70,- W Á ferð inn í eina óendaliga søgu Jens Pauli Heinesen Hugin berjist fyri at blíva viðurkendur sum rithøvundur í einum umhvørvi merkt av trongdskygni, kúgan og gamalkristnum hugmyndum um, at tú ikki mást drekka, roykja, banna, dansa ella fara við gentum. Sprotin 2012. 672 bls., innb. Fyrr: kr. 249,- Nú: kr. 90,- W Tú upphavsins heimur Jens Pauli Heinesen Skaldsøgan byrjar ófrættakent við søgnini um hvítravnin í Ravnagjógv, ið bæði eigur vísdóm og drápsmannalyndi. Skaldsøgan tekur eitt ódámligt evni upp, ið hevur sett sín óhugnaliga dám á heimssøguna í tjúgundu øld – fascismuna. Sprotin 2012. 386 bls., innb. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 90,- ▲ Stjørnustundir í skugga Høgni Debes Joensen Foreldrini fara frá hvørjum øðrum, og gongdin er hatsk og pínufull. Ringi hýrurin innanveggja órógvar sálarfriðin hjá børnunum. Griðstaðurin er hjá góðsligu ommuni úti á bygd. Sprotin 2016. 203 bls., heft. Fyrr: kr. 248,- Nú: kr. 50,- W Ferð mín til Jorsala Kristian Osvald Viderø Í 1952 fór Kristian Osvald Viderø frá sum prestur í Hvalvík og gjørdi sína víða gitnu ferð til Jorsala. Vallarin, heimspekingurin og droymarin var leingi á ferð. Sprotin 2014. 346 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 70,- W Í Grønlandi við Kongshavn Magnus Dam Jacobsen Formaðurin skimaðist, hugsaði og snodd aði, gjørdist álvarsamur. „Snellurnar inn!“ Stimaðu suðurá. Skjótt stóð alt í einum roki. Eygleiði formannin. Undir slíkum umstøðum sæst, hvat maðurin er verdur. Sprotin 2013. 192 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 50,- Síða 2 | Bókaútsølan W Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik Carl Jóhan Jensen Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Í einum sólstóli á aftur dekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja . Sprotin 2014, 520 bls., innb. Fyrr: kr. 248,- Nú: kr. 70,- W Hinumegin garðin William Smith „Orðini høvdu tamarhaldið á okkum og hildu okkum tilvitað um, at syndansløn var deyðin og ævigt fortapilsi. Eg fekk ein óvissan grið fyri syndini ta løtuna, eg var í sunnudagsskúla. “ Sprotin 2015. 150 bls., heft. Fyrr: kr. 198,00 Nú: kr. 70,- W Lognbrá Heðin Brú Í Lognbrá fylgja vit droymaranum Høgna frá smádreingi, til hann mannkomin fer til skips. Høgni er yngsti sonur í stórbóndahúsunum í Túni. Sprotin 2012. 160 bls., heft. Fyrr: kr. 149,- Nú: kr. 50,- W Fastatøkur Heðin Brú Her hoyra vit meir um skipslívið. Hetta lívið mennir hin unga, og Høgni, sum í fyrru bókini skúgvar dreymin um gentu og heim frá sær við orðunum: „Tað var bert vøkur lognbrá“, fær í seinnu bókini fastatøkur á lívinum. Sprotin 2012. 220 bls., heft. Fyrr: kr. 149,- Nú: kr. 50,- W Bábelstornið Rasmus Rasmussen Politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan á sín hátt ein ævisøga um tjóðskaparrørsluna. Sprotin 2011. 228 bls., heft. Fyrr: kr. 198,- Nú: kr. 50,- W Dagar í Vietnam Høgni av Heiði Tað er í árinum 1986. Havnardrongurin Høgni av Heiði er farin eystur til Vietnam at fáa gentuna, sum hann elskar. Men í Vietnam ræður óvissa og ótryggleiki. Sprotin 2013. 149 bls., heft. Fyrr: kr. 149,- Nú: kr. 50,- W Við bivandi hjarta Høgni av Heiði Sólin letur hana úr. Eitt plaggið fyri og annað eftir hvørvur av kroppi hennara og endar sum tilfar í tí bóli, sum hon reiðir sær . Sprotin 2013. 134 bls., heft. Fyrr: kr. 149,- Nú: kr. 50,- W Himinin brosar William Heinesen. Christian Matras týddi. Nógvar søgur lýsa eina tíð, tá ið høvuðsstaður okkara enn var at vísa seg ein friðsælur og kvirrur smábýur. Eitt paradís á foldum var hesin smábýurin tó ikki . Sprotin 2012. 186 bls., heft. Fyrr: kr. 129,- Nú: kr. 50,-
Download PDF fil