Fesku jóladunnuna FÆRT TÚ Í MIKLAGARÐI Mmmmm . jóladunnan! Einki er sum maturin á jólum, og tey eru serliga nógv, ið gleða seg at seta tenninar í dunnuna. Í Miklagarði gera tey sjálvandi nógv burturúr, so tú kanst fáa ta allar bestu jóladunnuna. Miklagarður hevur nevniliga bílagt dunnur, sum ganga frítt í Fraklandi. Tær verða dripnar í jólavikuni og sendar feskar til Føroya. — Tú merkir tað á smakkinum, tá dunnurnar hava gingið frítt. Smakkurin er bara eitt vet saftigari, tá tær ikki hava verið frystar, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari. Nógv kjøt er eisini á dunnunum — tær viga umleið 3,2 kilo. — Dunnurnar hava havt eitt gott lív úti í tí fría og tað ger, at tær eru stórar, eyka vælsmakkandi og at góðskan er í hásæti, sigur slaktarin. ”TÚ MERKIR TAÐ Á SMAKKINUM, TÁ DUNNURNAR HAVA GINGIÐ FRÍTT. SMAKKURIN ER BARA EITT VETSAFTIGARI, TÁ TÆR IKKI HAVA VERIÐ FRYSTAR” — sigur Jørgen Jørgensen, slaktari. Fesku dunnurnar eru til keyps frá 21. desember, men til ber at bíleggja dunnuna áðrenn í Miklagarði ella við at fylla út bíleggingarseðil, ið verður borin út í hvørt hús saman við Miklagarðsblaðnum og kann bíleggjast á leypurin.fo Frystu dunnurnar eru hinvegin longu at fáa og eru at fáa í ymsum vektflokkum. 3
Download PDF fil