februar 2014 NorðurLENdSk MiNiMALiSMA í SkáLkur MAN Einkultar linjur og fínar, fjaldar detaljur. Hetta fer at eyðkenna mannfólkamótan í Skálkur Man í heyst. – Sterkir litir og ógvuslig mynstur eru als ikki at síggja innan heystmótan 2014 hjá mannfólkunum, sigur Janus Poulsen, handilsleiðari í Skálkur Man – Vit fara frá tí ógvusliga og førka okkum yvir í tað, sum vit kalla norðurlendsk minimalisma, har pløggini eru einkul, litirnir eru myrkir og djúpir, og sum heild skal alt vera rættiliga diskret, sigur Janus Poulsen. Litirnir, ið fara at dominera í heyst, eru serliga svart, grátt, blátt og blommufarvað. – Skjúrtur við prenti á verða tað heilt stóra í heyst. Talan er um smá mynstur á skjúrtunum, sum á ongan hátt eru ógvuslig, sigur Janus Poulsen. Buksurnar broytast lítið frá tí, vit hava sæð í seinastuni. – Vit fara framvegis at síggja fleiri slim fit buksumodell. Men tað góða er, at hesar buksurnar hava elastan í, og sostatt kennast tær góðar at vera í og kunnu brúkast av øllum, sigur Janus Poulsen og leggur afturat: – Eisini í buksunum sæst aftur, at heystmótin er stílfullur og einkul. Til dømis eru eingi hol ella slit av nøkrum slag á buksunum, greiðir Janus Poulsen frá. Jakkarnir í heyst bera brá av einum rock´n´roll stíli. – Teir flestu eru svartir, stuttir og hava onkra sindur fjalda detalju á. Annars fáa vit eisini lættar dýnujakkar, sum somuleiðis hava eitt einkult look, sigur Janus Poulsen. Sum nakað nýtt fer Skálkur Man nú at umboða kenda, svenska merkið Tiger of Sweden. – Eg vil siga, at tað merkið er definitiónin av norðurlendskari minimalismu. Stílurin er einkul og klæðini eru úr høgari góðsku, sigur Janus Poulsen og leggur afturat, at Tiger of Sweden ger klædningar, skjúrtur og jeans, sum nú eisini verður at síggja í Skálkur Man. Sneekers verða framvegis at síggja í skógvamótanum. – Einslittir leður-sneekers við flottum detaljum í seymingini fara heilt klárt at dominerað í heyst, sigur Janus Poulsen.
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv