februar 2014 SMS SKAL VErA NATTúrLigA VALið – Vit stremba eftir, at SMS altíð skal verða fyrsta valið, tá fólk fara til handils. Tí er neyðugt, at handlarnir hava røttu vøruna, og kundarnir ongantíð keða seg í húsinum. Tað sigur Bogi Andreasen, býlingsstjóri í SMS Føroyingar fylgja væl við í, hvat fyriferst úti í heimi og seta sum heild høg krøv, tá farið verður til handils. – Tí mugu vit øll í SMS fylgja væl við í, hvat handlar og innkeypssentur í londunum rundan um okkum gera. Kappingin er hørð, og tí ber ikki til at liggja á latu síðuni og halda, at fólk automatiskt vitja SMS, sigur Bogi Andreasen. – Fólkini vilja hava ta nýggjastu vøruna. Er hon ikki í húsinum, verður farið aðrastaðni, og tí er tað av alstórum týdningi, at handilsfólki áhaldandi heldur seg dagført við, hvat er og ikki minst verður modernað. í Føroyum. Tá er tað, at fólkini í handlinum skulu duga at broyta konseptið soleiðis, at tað hóskar til føroyska marknaðin, greiðir Linda Kølleskov frá. At mótamessan hevur nógv at siga fyri handlar nar og starvsfólkini, er Linda Kølleskov als ikki í iva um. – Fyri størsta partin av handlunum í SMS er galdandi, at teir í nógv ár hava luttikið á móta messu í Keypmanahavn. Messan er ótrúliga stór, so møguleikarnir at samskifta við núverandi og nýggjar leverandørar eru framúr góðir. Nógvir føroyingar luttaka hvørja ferð á mótamessu og har nýta teir eisini høvi at sparra við hvønn annan og geva hvørjum øðrum íblástur. fáa íblástur til nýggj events, sum skulu vera í SMS. – At samskipa hesi tiltøkini í SMS krevur nógv av okkum øllum her í húsinum. Við at vera við á mótamessu kunnu vit síggja, hvussu onnur gera slík tiltøk, hvussu professionell tey eru, og annars fáa hugskot til nýggj tiltøk, sum kunnu vera í SMS, sigur Linda og heldur fram: Tað er týdningarmikið, at fólk kenna tað sum eina uppliving at koma í SMS. Tí skipa tey eisini fyri nógvum, ymsum tiltøkum, sum eru ætlað allari familjuni. Hetta fyrsta hálva árið er kalendarin við tiltøkum í SMS á tremur við øllum frá SMSboðrenningini, skúlatiltaki, bókasølum, fótbóltskapping og nógvum øðrum. – Fólk hava stórar vónir til tað, tey kunnu upp liva, tá tey koma í SMS. Tí er neyðugt, at vit allatíð hava nýggjar, øðrvísi og spennandi upplivingar at bjóða teimum vitjandi, sigur Linda Kølleskov. Saman við øðrum á marknaðardeildini í SMS hevur hon verið á Copenhagen Fashion Week, har tey hava fingið íblástur til at menna SMS. – Á eini slíkari mótamessu síggja vit tað nýggjasta nýggja innan handilsvirksemi, síggja nýggj merki, og ikki minst fáa vit íblástur til alt tað, vit skulu arbeiða við gjøgnum árið, so sum stóru mótavikuna og onnur tiltøk, sum lokka nógv fólk í húsið. – Eitt nú mótavikan í SMS dregur nógv fólk inn í húsið, men tað merkir á ongan hátt, at vit bara kunnu slappa av og seta eitthvørt á skránna. Fólk eru kritisk, og tí má alt verða gjølla gjøgnum hugsað og gott innihald, soleiðis at tey vitjandi føla, at tey fáa nakað burturúr. Tá vit eru á eini messu sum Copenhagen Fashion Week, hyggja vit millum annað eftir, hvussu handlar og aðrar sølu miðstøðir dekorera síni høli, og eisini síggja vit, hvussu tey skipa stór tiltøk. Eitt, sum eg havi lagt merki til, er, at SMS stendur á ongan hátt aftan fyri donsku innkeypssentrini, sigur Linda Kølleskov Fyrireika jólini 2014 Á mótamessuni hesaferð hava vit eisini hugt eftir jólabýnum, sum skal standa í SMS komandi desember. – Vit hava hugt eftir, hvussu jólabýurin 2014 skal síggja út. Vit leggja okkum eftir at hava ein nýggjan jólabý hvørt ár, og tí mugu vit vera tíðliga úti og tryggja okkum, at vit fáa ein nýggjan og spennandi jólabý. – Jólabýurin dregur nógv fólk, og í SMS er tað soleiðis, at jólini byrja ikki, fyrr enn jólabýurin letur upp. Og tað er veruliga týdningarmikið, at jólabýurin sær gott út, tí fólk siga frá alt fyri eitt, um teimum ikki dámar jólabýin, fortelur Linda Kølleskov. Vanliga plaga handlarnir í SMS at hava eins gávupappír og posar í jólamánaðinum, og tí hava vit eisini hugt eftir hesum á mótamessuni í ár. Vit fingu nógv frálík hugskot til gávueskjur, gávupappír og eisini nýggjar posar. Posarnir, sum SMS skal brúka í desember í ár verður eins og í fjør, ein posi, ið eitt barn hevur tekna. Jólaposa teknikappingin byrjar í august, og vinnarin verður kunngjørdur, tá ið posarnir fara í umfarð í november, sigur Linda Kølleskov, sum lovar, at fólk longu nú kunnu gleða seg til eitt 2014 í SMS, sum bjóðar góð tilboð, tað nýggjasta nýggja og stuttlig og øðrvísi events, sum ikki hava verið at sæð áður. Mótamessa gevur íblástur Tað er júst fyri at kunna tryggja, at kundin fær tað nýggjasta nýggja, at klædnahandlarnir í SMS hvørt hálvár fara á mótamessu í Keypmannahavn. – Fyrst og fremst fara handlarnir á móta messu fyri at keypa inn til komandi hálva árið. Tað er á mótamessuni, at handilfólkini kunnu hitta leverandørar, gera nýggjar og betri avtalur og annars fáa íblástur til handlarnar í SMS, sigur Linda Kølleskov og leggur afturat, at flestu handilsfólkini í SMS eisini luttaka á øðrum messum gjøgnum árið. Hóast mótin aðrastaðni til tíðir kann vera heldur ekstremur, heldur Linda Kølleskov, at føroysku handilsfólkini fáa nógv burtur úr við at fara á mótamessur. – Handilsfólkið dugir væl at keypa inn til føroyingar og tillaga útlendska mótan til føroysk viðurskifti. Tað er ikki óvanligt, at okkurt útlenskt konsept riggar væl uttanlands, men sum ikki riggar Skipa fyri events Sum býlingsstjóri í SMS er ein av uppgávunum hjá Boga Andreasen at tryggja eina ávísa ferðslu í húsinum. – Fyri at fólk skal tíma at vitja SMS eru fleiri faktorar, sum skulu vera í lagi. Her skal vera alt, sum teimum vitjandi tørvar, og úrval og tænasta skal vera tann besta. Eisini skulu handlarnir javnan hava góð tilboð. Men fyri at vera førandi innan handilsvirksemi eru vit eisini noydd til at gera okkurt serligt fyri kundarnar. Tí verður eisini javnan skipað fyri serligum kvøldum, har nakrir handlar saman skipa fyri eitt nú kvinnu og mannfólkakvøldum. – Tað hevur víst seg, at hesi tiltøkini ella sokallað events eru ógvuliga væl dámd millum tey vitjandi, og harafturat loysir tað seg eisini fyri handlarnar, sigur Bogi Andreasen. Tað er eisini á mótamessuni, at Bogi og Linda TEKSTur: MiðLAHúSið SNið Og uPPSETAN: PæTur EyðuNSSON JENSEN, SOSiALuriN MyNdir: rEBEKKA rAFAEL WWW.SMS.FO
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv