3 serblað alTjóða rák í Føroyum Copenhagen Fashion Week er ein mótavika, sum verður hildin tvær ferðir um árið í Keypmannahavn. Hetta er samstundis eisini størsta mótatiltak í Norðurevropa við mótasýningum, framsýningarhølum í hópatali, móttøkum av ymsum slag og øðrum tiltøkum við tilknýti til móta. Tann norðurlendski mótaheimurin er kendur fyri heilt serstøku tilgongdina til sniðgeving. Ein tilgongd, sum sameinir nýmótans yndi, spælandi vakurleikanjótan og sjálva mótafatanina. Ein samtíðar hugburður til kvinnuliga og mannliga spælið kemur til sjóndar í nýskapandi samansetingum, føgrum litum og eini einastandandi góðsku. Alt hetta sæst aftur á stóru mótavikuni, har tú kanst vitja umleið 1.100 framsýnarar og síggja fleiri enn 2.400 kollektiónir. Hetta eru bara nakrar fáar av orsøkunum til, at handilsfólk, sniðgevar og miðlafólk úr øllum heiminum ferðast til Keypmannahavn fyri at taka lut í Copenhagen Fashion Week. Handilsfólkini í SMS ferðast kring allan heimin fyri at finna røttu vøruna til tín. Copenhagen Fashion Week er ein av messunum, sum vit javnan vitjan. Tað er her, at vit hitta leverandørar, gera nýggjar avtalur og annars fáa íblástur til alt tað, sum skal henda gjøgnum árið. Á eini messu sum Copenhagen Fashion Week knýta vit nýggj sambond og ikki minst fáa vit íblástur til alt tað, sum vit arbeiða við gjøgnum árið. Og er tað nakað, sum vit hava lagt til merkis, so er tað, at SMS á ongan hátt stendur aftan fyri tær stóru útlendsku sølumiðstøðurnar. Tí eru vit ikki sørt errin av at kunna siga, at altjóða mótapallurin eisini er í SMS.
Download PDF fil