serblað 2 Tá røTTu pløggini skulu veljasT Vit vita, at tú fylgir væl við í tí, sum hendir úti í heimi og at tú vilt hava nýggjastu vøruna. Vit vita eisini, at tú setir stór krøv, tá farið verður til handils. Kappingin er hørð, men í SMS vilja vit ikki liggja á latu síðuni og halda, at tú bara kemur inn til okkum av tær sjálvum. Tí er tað av stórum týdningi, at handilsfólkini hjá okkum altíð eru dagførd við tí, sum hendir á altjóða mótapallinum. Vit vilja hava, at tú altíð fært tað nýggjasta nýggja hjá okkum og er hetta eisini ein av orsøkunum til, at klædnahandlarnir í SMS hvørt ár taka lut á fleiri altjóða mótamessum kring allan heimin. Fyri stuttum vóru fleiri av handilsfólkunum hjá okkum á Copenhagen Fashion Week. Her keyptu tey inn til komandi heystið, soleiðis at tú eisini tá fært fylgt altjóða rákinum og í hesum blaðnum fært tú ein lítlan brellbita av tí, sum kemur at merkja handlarnar hjá okkum seinni í heyst. Onkur heldur kanska, at mótin aðrstaðni til tíðir kann vera heldur ekstremur, men handilsfólkini hjá okkum leggja seg serliga eftir at keypa inn til føroyingar og at tillaga útlendska mótan til føroysk viðurskifti. Tey duga at halda fast í altjóða rákinum, samstundis sum klæðini hóska til føroyska marknaðin. Copenhagen Fashion Week er ein stór mótamessa, sum er á tremur við íblástri av øllum hugsandi slag. Tað er hetta, sum handilsfólkini taka við tær heim aftur. Tað er hetta, sum tey ynskja at geva tær, tá tú kemur inn í SMS. Vit stremba altíð eftir, at SMS skal verða fyrsta valið, tá fólk fara til handils. Tí ferðast vit eisini runt allan heimin fyri at finna júst røttu vøruna til tín. Tað er við størstu gleði, at vit nú bjóða tær hetta blaðið við myndum av nøkrum av tí, sum kemur at verða í handlum okkara komandi heyst. Ger so væl! Tekstur: Ragnhild Ellingsgaard. Myndir og útkast: Ditte Mathilda Joensen
Download PDF fil