Petur Mohr Reinert HEVND Søgan snýr seg um happing og hevnd. Hon gongur fyri seg umborð á einum íspunnum frystitrolara í Sørvági og í Havn.Tema er happing, sum fer av sporinum, og hvussu tann happaði velur at hevna seg. 299,- J Ó G VA N ISAKSEN EIN WILLIAM HAMMER KRIMI Jógvan Isaksen KAVAFONNIN GRÆTUR Undir várróðrinum í februar verður ein kinesari í termodrakt funnin druknaður við Kambsgjógv. Vatnið í lungunum er kortini kranavatn. Stutt seinni verður ein asiati funnin nakin og deyður á Slættaratindi. William Hammer og Skansadeildin fáa úr at gera at fáa tamarhald á tí, sum gongur fyri seg. 299,- Jóna Joensen FRÍ Blásius og Sirius fara á eina ævintýrkenda ferð, har teir uppliva tað einfalda lívið á Kønuborg. Ein skemilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl og gleðina at vera á ferð. 299,- Fleiri rithøvundar HEIMSINS NALVI Bókin viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur. 250,- Jenny Pattrick FYLG SJÓVARFALLINUM Konrad Rasmussen er sum ungur rýmdur úr Føroyum og finnur eftir drúgva ferð um hálvan knøttin friðskjól á Norðuroynni í Nýsælandi og fer í vinnu hjá viðgitna (og illa gitna) dananum Monradi bispi. 348.- Rúni Bjarkhamar 1804 Skaldsøgan 1804 lýsir eina søguliga broytingartíð. Gjøgnum eyguni á høvuðspersóninum, fransmanninum Jean Paul, verða Føroyar lýstar. 298,- VITJA OKKUM Á RITOGRAK.FO Høgni Mohr ELIANS SONUR Ein samrøðurøð, sum Høgni Mohr gjørdi við Ragnar Eliansson í KVF, sum skapti kjak og øsing. Her eru brot úr samrøðunum og eisini hvassar viðmerkingar frá øðrum, bæði fyri og ímóti. 250,- Jón Thorsteinsson GULA HURÐIN Ingvar hevur lagt rokmikla lívið sum ferðandi tónleikari aftur um seg. Hann er fluttur í íbúð saman við unnustuni, Jastrið, men parlagið verður roynt, tá ið tað vísir seg, at niðarliga í viðførinum liggja órogvandi viðurskiftii. 298,-
Download PDF fil