Fýra framúrskarandi frýr VIRÐISLØN M. A. JACOBSENS Kinna Poulsen er listaummælari og lærari í donskum og í myndlist. Hon hevur skrivað lista- og mentanarummæli síðan miðjan 1990-árunum og fleiri bøkur við fokus á verk eftir einstøkum føroyskum listafólkum Kinna Poulsen Í EYGNAHÆDD Í EYGNAHÆDD snýr seg um listina í Føroyum í okkara tíð, tað merkir list, sum er framleidd og sýnd fram frá 2020, men samtíðarlistahugtakið verður eisini til tíðir rakt aftur til aldarskiftið. Bókin er bygd á tær eygleiðingar, Kinna hevur gjørt sær sum ummælari og seinni eisini sum kuratorur. 398.- BÓKMENTAHEIÐURSLØN NORÐURLANDARÁÐSINS Vónbjørt Vang er rithøvundur, yrkjari og bókavørður. Hon hevur lisið samanburðarbókmentir og er BA í kreativari skriving. Svørt Orkidé er hennara triðja yrkingasavn Vónbjørt Vang SVØRT ORKIDÉ Bókin lýsir í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, og minnisbrotum sorgina og umsorganina hjá eini mammu um eitt barn, sum veksur upp og gongur sínar egnu leiðir og møguliga villist. Serliga er tað kenslan av undirliggjandi órógvi og máttloysi av ikki at hava tamarhald og samband longur. 250.- VIRÐISLØN M. A. JACOBSENS Marjun Syderbø Kjelnæs er MA í føroyskum bókmentum og máli, umframt er hon útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur frammanundan skrivað leikrit, yrkingar, stutt- og skaldsøgur umframt sangtekstir. Marjun Syderbø Kjelnæs MARTA MARTA Sum nítjan ára gomul fór Marta í kibbuts í Jordandalinum. Árið var 1993. Marta í Nýggja testamenti fekk at vita, at hon skuldi ikki gera sær óneyðugt stríð, men velja hin góða lut. Marta í skaldsøguni spyr, hvat hin góði lutur er í einum trongskygdum heimi fullum av órættvísi? Í 2011 vann Marjun Norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri skaldsøguna Skriva í sandin 290.- VIRÐISLØN M. A. JACOBSENS Elin á Rógvi er barnabókarithøvundur. Hon starvast á KVF, har hon ger barnatilfar. Elin hevur skrivað fleiri barnabøkur til børn í ymsum aldri. Elin á Rógvi fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 fyri Flytifuglar. Elin á Rógvi FORNT “Fornt” er eitt telduspæl. Ein virtuellur fantasiheimur, har tú kanst varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungum úr øllum heiminum. Ein spennandi søga, sum snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. 248.- Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen VIT BJÓÐA 365 DAGAR UMBÝTINGARRÆTT
Download PDF fil