Vit stákast og renna ímóti FRIÐINUM Við jólabýnum á Torginum og jólahýri í handlunum gerast dagarnir í okkara handilsbýlingi nakað rokaligir og ferð miklir, men sanniliga eisini jólaligir og hugnaligir. Og øll arbeiða og miða ímóti tí sama – at finna sannan jólafrið. Jólafriðurin er at finna nógvastaðni, men tað er ikki líka hjá øllum. Friðurin kann , tá ið maturin er borð reiddur, gávurnar eru undir trænum, tá ið vit eru saman við okkara nærmastu, sakna tey, sum ikki eru millum okkara longur ella tá ið vit eru til arbeiðis um høgtíðina. Øllum unnist tó ikki hesa gleði og ró. Tað eru ikki øll, ið hava síni rundan um seg, tað eru ikki øll, sum kunnu vera saman við sínum, eins og tað ei heldur eru øll, ið gleða seg til jóla. Og hóast tað ikki fellur so væl saman við jóla hugnanum hjá nógvum, so eru tíbetur mong, sum eisini geva hesum gætur. Í desember er dagliga ferðin enn meira enn vanligt, men sams tundis er hugnaligari kring okkum. Tað er myrkari og kaldari úti, og fjálgari og ljósari inni. Vit baka, heingja prýði upp, spæla borðspøl, gera góðan mat, eru saman og hugna okkum við øllum tí jólaliga. Tí jólini eru hugnalig. So hugnalig, at tað eisini er hugnaligt at vera til arbeiðis á jólum. Tað sigur í øllum førum Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Kvívík, í grein í hesum blaðnum. Prestar hava nógv um at vera í desember. Uppgávurnar eru nógvar umframt tær vanligu kirkjuligu handlingarnar, men alt er í góðum anda sigur presturin, sum fegnast um alt tað góða á jólum, og minnir okkum á eisini at hugsa um tey, sum sakna á jólum. – Fólk flest eru í góðum lag, men mann má ikki gloyma tey, sum hava mist í árinum, sigur prestur. Og tað eru fleiri, sum ikki eru saman við øðrum á jólum. Tað hevur Arnleyð Tungá av Sandi, sum eins og prestur ofta arbeiðir á jólum, ásannað. Hon arbeiðir í Heima tænastuni. Eina vanliga jólavakt er hon hjá 8 til 12 fólkum í Tórshavnar kommunu, sum hava brúk fyri Heima tænastuni. Arnleyð følir við teimum, sum sita einsamøll, og hon sigur, at tað kann mangan vera tungt at fara avstað aftur. – Ja, mann fær ilt í hjarta av teimum, sum sita einsamøll á jólum, og tá er ringt at fara frá teimum, sigur Arnleyð Tungá, og hesi orðini fáa okkum til at hugsa um, at tað eru ikki øll, ið hava tað líka lætt á jólum. Tá er tað fjálgt og lívsjáttandi, at fólk sum Arnleyð eru um tey eina løtu og hava okkurt við til teirra so sum smákøkur, frukt ella karamellur. – So fáa tey okkurt, sigur Arnleyð Tungá. Nakað tað sama liggur aftan fyri Hjartagávuna, sum SMS, Barnabati og Posta hava tikið stig til í desembeur í ár. Her snýr tað seg um at gleða børn í fátækaváða á jólum, og øll kunnu vera við. Børn kunnu senda Barnabata síni gávuynski á einum ynskikorti, sum síðani verður hongt á eina grein á jóla trænum í jólabýnum. Og so kunnu tú og eg henta eitt kort av trænum, keypa gávuna og harvið gleða eitt barn í Føroyum á jólum. At gera mun, soleiðis at jólagleðin og gleðin av at geva og at gleða sleppur at blóma. Tað snýr seg ikki bara um at hava tað gott, tað snýr seg eisini um at gera okkurt gott fyri onnur. Jólini fáa tað besta fram í okkum, og vit gerast familjukær, fara niður í ferð og vilja fyri alt í verðini finna saman við okkara bestu. Mong okkara enda jólaresið við at fara í kirkju, og tá er tað, sum at friðurin onkursvegna legst yvir okkum øll. Stákanin er av, alt er klárt og vit kunnu gleðast saman um tað, sum jólini snúgva seg um. Sum Kvívíksprestur sigur: „Gleðilig jól“ ljóðar ongantíð vakrari, enn tá ið hann verður sungin til gudstænastuna jólaaftan. Mítt jólaynski er, at øll fáa ein deiligan desember mánað við jólagleði, og at tit upp á tykkara egna máta finna tykkara jólafrið. 3
Download PDF fil