At geva er at fáa Jólini nærkast nú av álvara, og vit síggja jólaperur og jólapynt í flest øllum vindeygum og heimum. Tíðin gongur so skjótt, og tað er sum um, at vit akkurát hava pakka alt jólapyntið niður. Sjálvt um vit øll hava nógv at gera hesa tíðina, bæði við bakstri, konsertum og øðrum tiltøkum, eru jólini ein gleðistíð. Vit halda fast í aldargomlum siðvenjum, sum t.d. at baka tær somu smákøkurnar, og hanga ella seta jólapyntið har, sum tað plagar at verða. Í handlinum eru vit eisini við at verða klár til tað bestu tíðina á árinum. Bæði tí vit selja væl, men sanniliga eisini tí at tað er so sera hugnaligt. So skjótt vit byrja at hoyra jingle bells frá jólabýnum á torginum, so koma vit í rætta jólahýrin, og vit eru klár. Vit vilja bjóða tykkum vælkomin í handlilin, og eru klár at vegleiða tykkum, so tit kunnu finna røttu jólagávuna til tykkara kæru. Her í blaðnum eru nøkur hugskot, vit hava samlað saman, so tit kunnu fáa íblástur, ella kanska kunnu ynskja tykkum okkurt. Um tað so er silvur, gull, perlur, diamantar, ella kanska ur, so er úrvalið í handlinum stórt. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól Nomi Oddvør Birna Eva Rúna Nomi Jóhanna Joy Jónbjørn Birgit Myndatøka: Heinesen myndir Model forsíða: Steintóra Erhardsdóttir Makeup: The Body Shop Modellir í blaðnum: Inga Maria og Joy Smykkur á forsíðuni eru frá BNH og MadsZ 2
Download PDF fil