LAT SO BARA JÓLINI KOMA! Jól! Besta tíðin á árinum, spyrt tú meg. Hví? Jú, tí tá stendur hugni ovast á listanum, og vit eru umgyrd við glaðum nissum, einglum og skínandi ljósum. Hvussu kann einum ikki dáma tað? Summum dáma at suffa og puffa yvir jólini - um at man byrjar alt ov tíðliga við jólaprýðinum ella jólatónleikinum o.s.fr. Men ímynda tær, um jólini ikki vóru? Ein vetur uttan jól vildi verið ein langur, myrkur vetur, og eri eg vís í, at vetrartunglyndi hevði gjørt væl meiri um seg. Eisini tey, sum hava eyka nógv at gera um jólini, sum eitt nú handilsfólk og prestar, siga, at tey heldur ikki vildu verið jólunum fyri uttan, tí hóast tað kann vera ein strævin tíð, so er hetta eisini ein tíð, har vit hitta nógv ymisk fólk, og tað er ein serligur dámur yvir samveruna hesa tíðina. Jólatónleikur í hátalarunum, karamellur standa á diskinum, og øll handilsfólkini royna við besta fyrimuni at hjálpa viðskiftafólkunum at finna júst ta røttu gávuna til foreldrini, makan, børnini ella vinfólkini. Í SMS setur jólabýurin eisini sín serliga dám á húsið, har børnini kunnu hugna sær millum nissur og skreiðibanar, meðan foreldrini kunnu orðna jólagávurnar í frið og náðum. Vit hava øll okkara tilknýti til jólini, okkara serligu minnir frá barnajólum, og hvat vit hava valt at taka við í vaksnamannajólini við ella uttan børn. Hetta er millum annað nakað sum Margreta á Rógvu Jóhannusardóttir, Ólavur Højgaard og Maria Summers við Skipá greiða frá í blaðnum, og Inga Greve Kampmann, sum hevur serligan tokka til at gera jólaprýði, kemur við góðum ráðum. Eisini hava handlarnir í SMS boð uppá jólastásið, jólagávuna ella jólasminkuna. Alt hetta og mangt annað er at lesa í hesari jólaútgávuni hjá SMS. 6 Ábyrgdarsniðgevi Siri Sørensen Myndatøka Beinta á Torkilsheyggi Aðrar myndir Súsanna Smith Johansen Daniel Overbeck Mia H. Smith Siri Sørensen Privatar Makeup Matas The Body Shop Hár Annika Poulsen/RÁH Modellir Helena Ludvig Foget Pætur Dalheim Kristiansen Høvundar Óluva Zachariasen Gunn Weihe Reinert Siri Sørensen Týðing/rættlestur Sonne Smith Grækaris D. Magnussen Durita Djurhuus Tøkk Havnar Klubbi Uppseting Leivur Joensen/Dögg Prent Tryknet Útgevari SMS Postboks 1059 110 Tórshavn Høvuðsábyrgd Regin W. Dalsgaard Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís- og stavivillum Til forsíðuna Myndatøka Beinta á Torkilsheyggi Styling Siri Sørensen Modell Helena Ludvig Foget Makeup Noomi Sjúrðardóttir Dam /The Body Shop Hár Annika Poulsen/RÁH www.sms.fo FORSÍÐA Blusa Gellan 700,Niðurdeilur Vero Moda 34995 Skógvar Demmus 429,Jólakúlur Søstrene Grene 2080 Jólaglitur Miklagarður 2495
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv