Skrivar alt niður Á pappírinum hjá Mariu til guðstænasturnar standa løgin boð. Til dømis ”Presturin vendir sær móti kirkjufólkinum” og ”inngangsbøn (deknur), presturin fer yvir til altarsskammilin”. -So veit eg, at eg skal yvir til altarsskammilin tá. Enn eri eg har, at eg skrivi alt niður, sum hendir í guðstænastuni, so eg ikki gloymi, nær eg skal venda mær, nær eg skal siga hvat o.s.fr. Eg skrivi alt niður, til tað er blivið rutina. Enn má hon finna seg í, at alt tekur longri tíð hjá henni enn hjá teimum royndu prestunum. Maria byrjaði í starvinum 1. september, og tað er eitt ávíst arbeiði at koma inn í mannagongdirnar í kirkjuni. Kirkjurnar í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði hava allar ymiskar siðvenjur til guðstænastu, og tað tekur tíð at læra tær at kenna. -Og so er tað ymiskt, sum skal fyrireikast langt fram í tíðina, t.d. konfirmantundirvísingin. Hvønn skal eg spyrja um hetta og hatta? Skal eg seta meg í samband við skúlastjóran um tað? Hvør er skúlastjórin? Nær eru guðstænasturnar í heiminum á Grønanesi? Hvønn kann eg spyrja? Maria sigur, at hon fær nógva hjálp frá kirkjuráðunum og undanfarna prestinum í sóknini, og hon er sera fegin um móttøkuna frá kirkjufólkinum. Øðrvísi jól Við prestakraga verða jólini í ár munandi øðrvísi enn seinastu árini, har hon hevur staðið við handilsdiskin og selt hálsprýði, perlur og ur. Jólini eru háárstíð hjá handilsfólki, men sanniliga eisini skundmiklasta tíðin hjá prestum. hevur hugsað, hví ongin keypir tað. Men á jólum sleppur tú at selja tey tingini. Tað er ein serligur stemningur í SMS í jólamánaðinum, sigur Maria. Stjórarnir hugna um starvsfólkini við mati og ymsum góðum, og í handlunum eru karamellur til kundarnar. Hon hevur altíð elskað jólini. Fyrst og fremst tí vit hátíðarhalda Jesu føðing, og tí jólini, í hennara heimi, er kvalitetstíð við familjuni. Og siðvenjurnar at pynta jólatræ, eta holukøkur, gera konfekt og lurta eftir jólatónleiki hava verið sera týðandi í uppvøkstrinum hjá Mariu. -Eg og mamma hava altíð pyntað til jóla øgiliga tíðliga. Vit kunnu ikki bíða, sigur hon flennandi og peikar yvir í vindeygað. Eg havi longu koyrt ein eingil í handan urtapottin. Sambandið við Gud Gud og kristindómurin hava altíð havt ein stóran leiklut í gerandisdegnum hjá unga prestinum. -Eg eri vaksin upp í eini familju, har vit hava gingið nógv á møti, sunnudagsskúla, og eg havi havt nógvar kristnar vinir. So Gud hevur altíð verið ein natúrligur partur av mínum lívi. Tað ljóðar so abstrakt at tosa um Gud soleiðis, men fyri meg hevur tað verið ein persónlig relatión á tann hátt, at eg havi altíð biðið, og havi eg verið kedd ella trýst, havi eg vent mær til Gud í bøn um hjálp. So á tann hátt er tað kanska ikki so løgið, at eg valdi tann vegin at gerast prestur, sigur Maria Summers við Skipá. Vit eru í oktober, men longu nú veit Maria, at hon hevur seks guðstænastur um jólini og tvær á nýggjárinum. Haraftrat eru ymisk jólatiltøk í skúla og dagstovnum, umframt vanligu guðstænasturnar. -Eg vænti, tað verður spennandi at síggja jólini frá hasum vinklinum – frá altarinum. Og eisini at møta nógvum ymiskum fólkum, tí nógv fara í kirkju á jólum. Tað gleði eg meg nógv til. Men eg vænti eisini, at eg verði rættiliga móð í januar. EG OG MAMMA HAVA ALTÍÐ Serligur jólahugni í SMS At starvast í SMS um jólini er ein deilig tíð, heldur Maria. -Dagarnir eru langir, og tað er ein øgiliga strævin tíð. Men tíðin gongur skjótt, tí har eru alla tíðina fólk í handlinum. Og so sleppur tú at selja nógv vakurt. Okkurt hevur tú sæð í handlinum leingi og PYNTAÐ TIL JÓLA ØGILIGA TÍÐLIGA 13
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv