HEART & SÓL Í skrivandi stund er ringt at sita still. Úti lokkar náttúran við allarfagrasta veðri. Sólin skínur oman og niðan. Summarið er tíðliga á gátt í ár, má sigast. Og tað hóskar væl til tað sólríka SMS-blaðið hesaferð. Summi hava longu fylt sær kalendaran við ferðum, festivalum og ólavsøkufyrireikingum, meðan onnur taka tað totalt tjill, lata eyguni aftur og kenna sólstrálurnar fløva. Alt tykist bara eitt sindur betri, tá ið sólin skínur. Satt at siga eru vit ikki komin niður aftur á jørðina eftir tað sera væleydnaða tónleikatiltakið INNI, sum var í SMS fyrr í hesum mánaðinum. Vit fegnast um framúr góðu undirtøkuna og dugnaligu tónlistafólkini, sum vit hava her í Føroyum. Í hesum sambandi varpa vit ljós á tvær songkvinnur: Nýggja stjørnuskotið Jasmin Mote og royndu undangongustjørnuna Lenu Anderssen. Og tað er uppaftur meir: Ein sólrík klumma, íblástur til bókmentir og urtagarðin. Umframt bindi- og matuppskriftir. Og vit hava aftur verið ein túr í skjalasavninum. Og minst til at kekka tað nýggjasta nýggja innan summarmóta og vakurleika. Kanska er brúk fyri summarsligum ískoyti til klædnaskápið við einum nýggjum liti ella einum lættari plaggi? Til dømis kovboy, sum er allastaðni, ikki bara í bláum, men eisini hvítum, gulum og ljósareyðum. Ella kanska einar sandalur til strondina? Her í húsinum hava vit so gott sum alt, ið hjartað tráar eftir. Vælkomin til sól og summar í SMS Marianna Mørkøre Myndatøka Beinta á Torkilsheyggi Styling Marianna Mørkøre Modell Helena Ludvig Foget Makeup Elisabeth á Lakjuni Klæðir Gellan Oyraprýði Vero Moda Ábyrgdarsniðgevi Marianna Mørkøre Myndatøka Beinta á Torkilsheyggi Aðrar myndir Egnar myndir Tróndur Dalsgarð Makeup Sandra Gleðisheygg & Margit Kristianna Glerfoss / Matas Røskva Sámalsdóttir Nielsen & Noomi Sjúrðardóttir Dam / The Body Shop Elisabeth á Lakjuni Modellir Helena Ludvig Foget Malan Bentsdóttir Zachariasen Nana Yaa Deku Høvundar Torfinnur Jákupsson Siri Sørensen Gunn Weihe Reinert Uppseting Högni Egholm Magnussen Prent Prentmiðstøðin Útgevari SMS Postboks 1059 110 Tórshavn Høvuðsábyrgd Regin W. Dalsgaard Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís- og stavivillum www.sms.fo
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv