SMS

-ein býlingur í Havn

VÆLKOMIÐ

summar

Sólin hevur hug at skína. Blómurnar. Fuglarnir. Húgvurnar. Ja, tað sæst á øllum brøgdum, at summarið nærkast. Fleiri skúlanæmingar, ið hava strítt seg gjøgnum eina miðnámsútbúgving, kunnu nú kalla seg pisur, og eru til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, ið skulu menna tey víðari til arbeiðslívið.

Meðan lesnaðurin hevur verið í hásæti, hava fyrireikarar arbeitt leingi við at fyrireika ársins festivalar, ið av sonnum bera boð um, at summarið er komið. Ein nýggjur festivalur er sprottin í ár. Tað er Voxbotn 2012, ið verður leygardagin 30. Juni í Vágsbotni.

Vit í SMS hava eisini gjørt okkum til reiðar, at bjóða sumrinum og festivalunum vælkomnum. Handlarnir eru á tremur við nýggjastu summarvørunum. Eisini til tey, ið skulu á festival, hava handlarnir klæðini til okkara skiftandi veðurlag. Festivalfyrireikingarnar merkjast eisini í SMS. G! Festivalurin verður á Torginum 16. – 19. Juli, har møguleiki er at keypa atgongumerki ella at fáa armbandið til festivalin. Eisini verður onkur av tónleikabólkunum, ið fara at framføra á Gøtusandi, at hoyra á Torginum.

Sum eisini kann lesast um inni í blaðnum, kunnu øll, ið eru kring við stokkunum og hava eitt gott hugflog, kasta uppá til stóru bindikappingina, sum SMS, Navia og Dimmalætting skipa fyri. Einasta luttøkutreytin er, at tógvið er frá Navia. Vit eru í góðari tíð, so njót bara summarið við stokkunum. Innlatingarfreistin er ikki fyrr enn 1. August, og tíggju tey bestu mynstrini verða vald út og fáa vinning.

Jú, summarið umboðar látur og lív – og vit í SMS ynskja øllum eitt gott summar

Hjartaliga vælkomin!

SMS

Linda

 

    ...