www.sms.fo FYRSTA VÁRIÐ Í LONGRI TÍÐ Morgunin, hetta varð skrivað, byrjaði við, at tað varð tosað í útvarpinum um koronu og aðrar umfarssjúkur, og hvussu vit kunnu vænta, at tað fer at minka, nú várið kemur. Tað góða við várinum er nettupp, at við tí fylgir gott, ella í øllum førum betri veður, og tað hevur við sær, at vit kunnu fara út og ikki amast so nógv upp at hvøjum øðrum. Hinvegin hevur øll henda fjarstøðan seinastu árini gjørt tað hugnaligt at vera samlað og amast. Ein fekk næstan tár í eyguni, tá ið so nógv vóru samlað í SMS at lurta eftir Tinu frá X-Factor. EN-DI-LIGA! Eins og blómurnar uttanfyri kann SMS spretta aftur og vera livandi eins og lombini á bønum. Nú kunnu vit aftur hittast og geva klemm, tá ið vit síggjast. Tí gleða vit okkum eisini til Várdagin hósdagin, har vit kunnu lurta eftir góðum tónleiki, smakka góðan mat og ganga runt í handlarnar, meðan vit heilsa upp á vinir og kenningar. Lat so bara várið og summarið koma - vit eru klár! :) Ábyrgdarsniðgevi Siri Súsonnudóttir Hansen Myndatøka Beinta á Torkilsheyggi Aðrar myndir Veitarar, privatar Samskipari Annika Neema Heradóttir Makeup Matas Stíling Siri S. Hansen Hár Karin Marsted Høvundar Óluva Zachariasen Gunn Reinert Siri S. Hansen Annika Neema Heradóttir Týðing/rættlestur Durita Djurhuus Sonne Smith Uppseting Leivur Joensen/Dögg Útgevari SMS Postboks 1059 110 Tórshavn Høvuðsábyrgd Durita Nolsøe Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís- og stavivillum Til forsíðuna Myndatøka Beinta á Torkilsheyggi Styling Siri Súsonnudóttir Hansen Modell Marið Neslíð Makeup Karin Marsten Matas Hár Karin Marsten Blusa Gellan 800,- Toppur Sport 24 699 95 Ringar Nomi úr 825,- Armketa Nomi 1500,- Ur Nomi 1295,- 4
Download PDF fil
Indholdsfortegnelse