Simon Stranger Leksikon um ljós og myrkur 298.- Sonur Simon Stranger var 10 ára gamal, tá ið hann sá snávingarsteinin hjá oldur abbanum fyrstu ferð. ”Hví varð hann dripin,” spurdi hann. ”Tí hann var jødi,” svaraði pápin. ”Ja, men hví,” spurdi drongurin aftur. Hesin spur ningurin fekk Simon at skriva ættersøguna. ’Leksikon um ljós og myrkur’ fevnir um fýra ættarlið, her hvørt kapittul byrjar við einum bókstavi og einum orði, ið setir ferð á. Hetta er ein skaldsøga um vanligar norskar bøndur, mótstøðu fólk og nazistar og um jødarnar í Noregi undir Kríg num. Bókin samantvinnar søgu na hjá illa gitna nazistinum Henry Rinnan og Kommisarfamiljuna, ið flytur inn í húsini, sum vóru høvuðstøð hjá Rinnan undir Krígnum. Hvat var tað, ið fekk skómakarasonin Henry Rinnan at gerast mest hataði maður í søgu Noregs? Og hví skuldi eitt jødiskt húski flyta inn á høvuðsstøðina hjá Rin nan eftir kríggið, inn í húsini, sjálva ímyndina av øllum óndskapi? Soleiðis sum skaldsøgan rannsakar lívið hjá Henry Rinnan, vísir hon, hvussu eyðmýking og tað at verða útihýstur kann meinska sinnið. Samstundis tekur ein onnur søga seg upp um, hvussu tey bera seg at við at koma undan, hvussu tey halda saman og liva hóast ræðuleikarnar, ið valla eru til at skilja. Simon Stranger samskipar tilburðir, ið fevna um eina øld við lívsins vakrastu og ljóta stu brigdum í lívinum. Heather Morris TATOVØREN FRA AUSCHWITZ Henda máttuga søgan um vón og dirvi er grundað á ta sonnu søguna um Lale Sokolov. Ein New York Timesbestseljari. Seld eru meira enn 4 milliónir eintøk um allan heimin. Aronsen 11900 4 Heather Morris CILKAS REJSE Framhaldið av ”Tatovøren fra Auschwitz” er grundað á ta sonnu og hjartanemandi søguna um Cilka. ”Cilkas rejse” er ein vitnisburður um viljan hjá eini kvinnu at yvirliva. Tað er eisini ein makaleys søga um at finna vónina mitt í vónloy sinum. Aronsen 27900 Kirsten Thorup INDTIL VANVID, INDTIL DØDEN Ein skaldsøga um ørskapin við kærleika og kríggi. Ein lýsing av eini kvinnu, sum hvussu so víkur og vendir vil trúgv ímóti manninum, men setir upp á at vera uttanveltað við atliti at nazismuni – alt meðan harðskapur, ótti og mótstøða breiða seg á heimavølli: kríggið hjá kvinnunum og børnunum. Gyldendal 27900 Ocean Vuong VI ER KORTVARIGT SMUKKE HER PÅ JORDEN ”Vi er kortvarigt smukke her på jorden” er ein vitnisburður um ein skeivan, men ónoktiligan kærleika millum eina staka mammu og son hennara, og samstundis ein søga um klassa, maskulinitet og transnationalitet í tí modernaða USA. C&K 27900
Download PDF fil