FAGRAR BÓKMENTIR W Hvør drap bambi? Monika Fagerholm, Jákup í Skemmuni týddi Hetta er skaldsøga um at vilja gloyma og um at krøkja seg fast í minnið. Um søgur, ið fara í fillur, og familjur, ið syndrast. Hetta er eisini ein skaldsøga um sakloysi og álit og kærleika, sum aldri doyr. Sprotin 2021. 244 bls., heft. Fyrr 348,- Nú 98,- W Tollakur hjá Ingibjørg Tore Renberg, Jákup í skemmuni týddi Tollakur er í øðini. Honum dámar ikki "ta nýggju tíðina" og hatar alt tað, sum onnur kalla framburð. Hann noktar at laga seg eftir nýggju tíðini. Men nú er hann farin at sjúklast og hevur ikki langa tíð eftir, so tað er í tøkum tíma at siga sannleikan. Sprotin 2021. 182 bls., heft. Fyrr 348,- Nú 98,- W Vatn er ein vátur logi Carl Jóhan Jensen Bókin tekur demens-spurningin upp frá einum tilveruligum sjónarmiði og gevur honum eina samtíðarliga vídd í einum føroyskum samanhangi. Sprotin 2021. 244 bls., heft. Fyrr 348,- Nú 98,- W Havbókin Morten Størksnes, Edvard Olsen týddi Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga. Sprotin 2021. 290 bls., heft. Fyrr 298,- Nú 98,- W Sandábókin Gyrðir Eliasson, Martin Næs týddi Fráskildur listamálari leitar sær arbeiðsfrið í eini húsvognabygd, har hann hevur sett sær fyri at mála trø. Hann hevur verið fyri ymiskum missi, og tíðin í hesi sermerktu bygdini er á ein hátt soleiðis háttað, at her átti hann at vera førur fyri at savna tankarnar. Sprotin 2021. 106 bls., heft. Fyrr 198,- Nú 98,- W Bók um sorg Mario Navarro Skaranger, Jákup í Skemmuni týddi Ein bróðir doyr, og Bók um sorg (Søgan um Nils í skóginum) er søgan um familjuna, ið situr eftir. Um eina mammu, sum bara grætur, um ein pápa, ið ikki er til staðar, um systkin, ið royna at skilja. Sprotin 2021. 114 bls., heft. Fyrr 248,- Nú 48,- W Gentan í verðini Katrin Óttarsdóttir Gentan roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og tað, sum tey ikki siga ella gera. Sprotin 2020. 346 bls., heft. Fyrr 348,- Nú 98,- W Menn í mínari støðu Per Petterson, Jákup í Skemmuni Eitt ár eftir Scandinavian Star-vanlukkuna í 1990, sum drap bróðurpartin av Arvidsa familju, er Turið, kona hansara, rýmd við døtrunum. Arvid er fyri falli, missir tamar haldið á sínum egna lívi, situr um kvøldar nar á barr og endar ofta saman við konu fólki, hann ikki kennir. Hann er ørkymlaður og fer í hundarnar. Sprotin 2021. 276 bls., heft. Fyrr 348,- Nú 98,- W Fontamara Ignazio Silone, Pauli Nielsen týddi Hetta er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívg evandi vatnið. Sprotin 204 bls., heft. Fyrr 298,- Nú 98,- W Bardagin um Troijuborg Theodor Kallifatides, Jákup í Skemmuni týddi Theodor Kallifatides bregdar søguna úr Illionskvæðnum, hvussu Troia varð hersett, saman við fólkum í eini lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett í seinna heimsbardaga. Sprotin 2022. 184 bls., heft. Fyrr 348,- Nú 98,- ▲ Óendaliga Vera Marjun Syderbø Kjelnæs Skaldsøgan flytur seg hegnisliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í býi og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupulleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum renna saman. BFL, 2016, 310 bls., heft við klaffum. Fyrr 298,- Nú 120,- YRKINGAR ▲ Vármjólk Rannvá Holm Mortensen Ein hugbindnadi ferð á markinum millum vøku og dreym, ið nemur við ógviliga persónligar lívsroyndir. Sprotin 2022. 104 bls., heft. Fyrr 248,- Nú 98,- W Leitanin eftir at vera Katarina Nolsøe Bókin er ein ferð gjøgnum depressión, ótta og angist. Ein ferð, har tú spakuliga kemur fyri teg aftur og mást læra teg at liva við sárinum. Sprotin 2019. 52 bls., heft. Fyrr 148,- Nú 98,- ▲ Rakkaljóð Jóanes Nielsen Jóanes Nielsen melur aftur á stóru tilveru spurningarnar og ger eisini ferð út á tey evstu mørkini. Rannvá Holm Mortensen myndp rýddi. Sprotin 2022. 96 bls., heft. Fyrr 248,- Nú 48,- Síða 3 | Bókaútsølan
Download PDF fil