MESS INTRO „Faroe Islands – The worlds most appealing islands.“ etta uppáhald, sum National Geographic er komið við, var at síggja herfyri, tá ið EB/Streymur tók ímóti enska Premier League liðnum Manchester City. Sum skilst á lagnum er hetta boðskapurin, ið føroyingar royna at senda út í stóra heimin. Og tað er sjálvandi væl skilligt, tí at tá ið navnframi stovnurin National Geographic ger av at borðreiða við slíkum rósi, ja so er einki annað at gera enn at fáa sær. So er bert at vóna, at tað eydnast ferðamannastovunum at fáa ferðafólk hendavegin at uppliva “heimsins vakrasta oyggjaland”. Tekstur: Dávur Djuhuus H nógv nittulodd, at sjálvt Job hevði flent at, hvussu illa tað gekst teimum? Er hetta tó ikki nakað fyri ferðafólkið, jamen, so hava vit festivalarnar. Eisini her hevur hvør bygd sín egna festival, ið sum oftast er samansettur av einari stevnu, einum tjaldingarstaðið og einum lokalum gittarspælara. Vit hava tó størri festivalar, sum ímillum hetta at geva skarvin yvir og ódnarveður kunnu bjóða áhoyraranum alt frá tí nýggjasta og mest alternativa plátuvendaranum úr Føroyum til navnið aftanfyri eina av best umtóktu stakfløgunum í 80’unum. So her hevur ferðafólkið møguleika fyri antin at fáa hjartað at sláa tríggjar ferðir so skjótt ella at murra við til hatta niðurlagið, sum nú einaferð ljóðar so kent. Ímillum allar hesar stevnur og festivalar er toppurin á árinum, nevniliga ólavsøkan. Her hevur tann ferðandi enn einaferð møguleika at rópa á sín yndiskappróðrarbát, og víðka sín illgruna um, at alt ikki ruggar rætt í bamsutombolanum. Men í mun til stevnurnar kann tann ferðandi uppliva nógv annað enn júst hetta. Tað ber til at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og heilsa upp á fólk, sum hesin ongantíð í lívinum hevur sæð fyrr ella nakrantíð fer at síggja aftur. Og um ferðafólkið megnar at klintra uppum allar bardagarnar á vegnum, so kemur viðkomandi kanska oman til midnáttarsangin, har møguleiki er fyri at geyla við til ein sang, sum fyri so vítt væl kundi verið tað bera humbukk. “Thank you, come again!” Ein kann kortini loyva sær at spyrja, um nú vit føroyingar í roynd og veru hava nakað serligt at bjóða teimum ferðandi. Spyrjast kann so nógv, sum spyrjast vil. Svarið er ja – vit hava heimsins vakrasta oyggjaland, heimsins mest skiftandi veðurlag, heimsins bestu sangarar, heimsins mest føroysku klæðir og dans, heimsins turrasta fisk og kjøt, heimsins blóðigasta sjógv og mangt mangt annað. Hetta er tó ikki alt, ið vit hava at bjóða. Afturat øllum hesum hava vit nevniliga alskyns tiltøk – og hetta serliga um summarið, tá flest ferðafólk eru. Longu áðrenn summarfrítíðin byrjar, hava vit stevnurnar, og tað eru einar tríggjar stevnur hvørt vikuskifti fram til ólavsøku: ein við kappróðri, og so tvær afturat, har býráðið – við hjálp frá bamsutombola og við at selja vaflur og kakaomjólk – roynir at fáa eitt sindur av eyka peningi í bússuna. Hetta er sjálvandi eitt “must” hjá ferðafólki, tí hvar aðrastaðni fáa tey møguleikan at rópa eftir bátum, sum tey ikki kenna, ella at keypa sær so MESS Blað 3 - august 2008 Alt hetta og nógv annað verður ikki at lesa um í blaðnum hesaferð. Ritstjóri: Beinta Johannessen Ábyrgd: Rógvi Róin, SMS Umbrotið og sniðgivið: nörd og Føroyaprent Høvuðssniðgevi: nörd Myndatøka: momo/Kristfríð Tyril, Beinta Haraldsen og Fotostudio Myndaviðgerð: Hallmar F. þorvaldsson, Vatikanið, momo/ Kristfríð Tyril og Beinta Haraldsen Stíling: Eir Nolsøe og Trina Gaard Samskipan: Karis við Brúgv, SMS Prent: Scanprint Upplag: 7.000 eintøk BLAÐBÓLKUR Beinta Johannessen Eir Nolsøe Tjóðhild Patursson PENNAR Andrias Høgenni Beinta Johannessen Dávur Djuhuus Eir Nolsøe Ella Joensen Regin Berg Rógvi Nolsøe Rói Næs Turið Nolsøe MESS Á NETINUM www.sms.fo/mess www.myspace.com/messfo mess@mess.fo ÚTGEVARI SMS Postboks 1059 FO-110 Tórshavn Tel.: 61 20 30 FORSÍÐA Pál Joensen Myndatøka: momo/Kristfríð Tyril Myndaviðgerð: Hallmar F. þorvaldsson, Vatikanið „Á BORÐINUM LÁ EIN TROMPET, EIN BARITON OG EIN TROMBON. EG VAR NOKKSO SKUFFAÐUR, MEN TROMBONIN VAR KUL OG LONG, OG TAÐ VAR TAÐ, SUM FEKK MEG AT VELJA HANA.“— DÁVUR
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv