VÆLKOMIN Í FØÐINGARDAG 40 ár og í knasandi góðum formi. Tað er vert at hátíðarhalda! Henda mánaðin eru 40 ár liðin, síðan SMS læt upp. Hetta hátíðarhalda vit alla vikuna, 23.–28. oktober við hópin av óvanliga góðum tilboðum. Vit eru í føðingardagshýri við nóg mikið av konfetti, glitri og ballónum. Og sum við øllum rundum føðingardøgum hava vit gjørt serliga nógv burtur úr hesum blaðnum við fjálgum, litríkum og lívligum tilfari. SMS stendur í sunnum vøkstri – ikki bara við atlitið at sínum nýggja runda aldri, men eisini sum savnandi handilsmiðdepil hjá øllum Føroyum. Vit gleða okkum at bjóða tykkum inn í fleiri nýggjar handlar, sum lata upp um mánaðarskiftið – hvørjir hesir eru, verður avdúkað inni í blaðnum. Hesa ferð er eisini serligt greinatilfar við í blaðnum um søguna hjá SMS, sum síðani á heysti í 1977 hevur verið ein týðandi og kveikjandi partur av býarmyndini Tórshavn. Fleiri spennandi tiltøk eru somuleiðis á skránni í føðingardagsvikuni fyri øll tey ungu og okkum (eitt pinkalítið sindur) eldri. Vit síggjast brosandi í SMS! Vit bjóða eina øgrynnu av nýggjum heyst- og vetrarmóta og hugnaligum vørum til tey myrku vetrarkvøldini – tað veri seg okkurt gott frá slaktinum, vælangandi kertiljós ella eina nýggja stílfulla lampu til stovuna, eina heita nýggja troyggju, eitt gott teppi at balla seg í ella eitt spæl til alla familjuna at savnast um. Vælkomin í føðingardag hjá SMS. Vit gleða okkum at hátíðarhalda tey 40 – við vón um 40 frálík ár aftrat! Marianna Mørkøre Ábyrgdarsniðgevi: Marianna Mørkøre. Myndatøka: Beinta á Torkilsheyggi. Aðrar myndir: Egnar myndir, Publikkin, savnsmyndir. Makeup: Sandra Gleðisheygg, Maria Dalbúð. Hár: Haldis Svabo Jørgensen. Modellir: Malan Bentsdóttir Zachariasen, Hjørdis á Dalbø Gregersen, Tamara Malena Mneney, Vár Gregersen, Ragnar Reinert, Hávardur í Stórustovu, Poul Thomas Dam, Janus Poulsen, Tórbjørn Haraldsen, Vinjar F. Joensen. Bakstur: Olevina Sundsskarð. Hjálparfólk: Rannvá Jónsdóttir Johansen. Høvundar: Publikkin, Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, Tórfinnur Jákupsson. Uppseting: Døgg. Útgevari: SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn. Høvuðsábyrgd: Regin W. Dalsgaard. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís- og stavivillum. www.sms.fo Myndatøka: Beinta á Torkilsheyggi Styling: Marianna Mørkøre Modell: Vár Gregersen Makeup: Sandra Gleðisheygg/Matas Hár: Haldis Svabo Jørgensen Klæðir og smykkur: Gellan
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv