TOO COOL FOR SCHOOL Summarfrítíðin er um at vera av, og vit gera klárt til at byrja gerandisdagin aftur. Summarútsølan er komin í hæddina, og vit gera pláss fyri nýggjum heystligum vøruúrvali. Handlar okkara hava júst verið á Copenhagen Fashion Week og keypt inn til næsta vár/ summar. Vit hava dúgliga fylgt við og gleða okkum longu. Hóast heystið skjótt bankar upp á dyrnar, so valdar tað káta og litríka lagið enn. Síðsummar litirnir - lilla, gult, reytt og pink - sum mynda mótan í løtuni, minna okkum á, at enn eru ljósar tíðir. Í hesum blaðnum gira vit upp til ein spennandi gerandisdag heilt niður í detaljurnar og varpa ljós á, at gerandisdagurin eisini kann vera kreativur og varierandi. Út við súru pliktunum. Inn við søtu hugskotunum. Tað er og hevur altíð verið nakað serligt at byrja eitthvørt nýtt eftir summarfrítíðina, um tað er í 1. flokki, 1. g ella fyrsti arbeiðsdagur. Tó at man ikki skal byrja í skúla, so vekur henda serstaka løtan okkurt í einum. Man fær veruliga hug at spíska blýantarnar, prýða fartelefonina við einum nýggjum hylki, ogna sær eina rúmligari tasku, fáa nýtt lív í klædnaskápið við nýggjasta móta – so man osar av stíli og yvirskoti. Heilt einfalt ”too cool for school”. Alt hetta og meir kunnu vit veita tær í SMS . Pssst! SMS fyllir skjótt 40 ár, og vit hava aftur verið í skjalagoymsluni og funnið áhugavert tilfar at vísa tykkum. Marianna Mørkøre Ábyrgdarsniðgevi: Marianna Mørkøre. Myndatøka: Beinta á Torkilsheyggi. Aðrar myndir: Egið tilfar, veingir. Makeup: The Body Shop: Noomi Sjúrðardóttir Dam, Asloy Winther Johnsen, Gunnvá Djurholm. Modellir: Durita Dahl Andreassen, Elisa Arge, Heiðrun Birnadóttir Hansen, Rebekka Eliasen, Renata Jensen, Torgeir Petersen, Vár Samuelsen. Høvundar: Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, Torfinnur Jákupsson. Uppseting: Døgg. Útgevari: SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn. Høvuðsábyrgd: Marknaðardeildin, Regin W. Dalsgaard. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís- og stavivillum. www.sms.fo Myndatøka: Beinta á Torkilsheyggi Styling: Marianna Mørkøre Modell: Renata Jensen Makeup: Gunnvá Djurholm, Asloy Winther Johnsen/The Body Shop Klæðir: Vero Moda Oyraprýði: Nomi Smykkur & Ur
Tak PDF fílu niður
Innihaldsyvirlit
Arkiv