Í gamla handilsbygninginum hjá Lamba Jóannesi á horninum Sverrisgøtu-Tórsgøtu fóru foreldrini hjá Hansi at reka matvøruhandil í fimmtiárunum. Seinni lótu tey upp tógvhandil har. Frantsabrekkan og Tórsgøta vóru livandi handils- og virkisgøtur. við einum millumbygningi, sum bant sølumiðstøðina saman við apotekinum. SMS og Tjaldurs Apotek vóru samansjóðað á tann hátt, at tú fórt inn á apotekið gjøgnum somu inngongd sum til sunnara enda á SMS. Í hesum báðum lonum vóru 12 handlar. Tann størsti var matvørumarknaðurin, sum fyrstu tíðina æt Superland, men skjótt broytti navn til Miklagarður eftir eina almenna navnakapping. Hinir handlarnir, sum vóru í SMS, tá tað læt upp á fyrsta sinni vóru: Bókasølan, Demmus, Heilsa, Good Luck, Fríðkan, Kioskin, Frants Restorff, Feðgar, Gongin Blómur og í Skotinum. víðkað í Fleiri StigUM SMS fekk góða byrjan, og tað var so skjótt, at farast kundi undir at fullfíggja upprunaligu ætlanina um sølumiðstøðina á Trapputrøðni. Síðani eru fleiri útbyggingar farnar fram bæði oman á og undir jørð. Fermetrarnir eru fleirfaldaðir og handlarnir við. Við útbyggingum fram til aldarskiftið vóru handilshúsini trífaldað í vavi. Seinasta útbyggingin byrjaði í 2005. Tá hon var liðug, stóð eitt enn størri, betri og meira fjølbroytt SMS við 31 handlum og beyð øllum føroyingum vælkomnum innar í ein býling í Havn. Hans Mortensen legði frá sær stjóri í SMS, tá seinasta útbyggingin var frá hondini í 2007. Vitjunartalið vísur, at SMS er best umtókta handilsøkið í Føroyum. Men eins og Føroyar hava upplivað kreppur, hevur SMS eisini verið í mongum gjálvi gjøgnum árini. Tað hevur eydnast so ella so at ríða stormarnar av, og í SMS verður áhaldandi arbeitt við at hava eina áhugaverda sølumiðstøð, sum viðskiftafólkini leita til. Tað krevur, at fylgt verður við øllum rákum alla tíðina. Krevja rákini broytingar, so verða tey fylgd í tann mun, tað kann forsvarast í løtuni og í longdini. SUndSdepil og StórigarðUr Eina ferð hevði Hans Mortensen ætlanir um Sundsdepilin, teir róptu. Kjarnin í hesum hugskoti var at skipa eina miðstøð fyri gransking og útflutningsvinnu inni á Sundi. Ætlanin var stórfingin og ein avbjóðing til bæði vinnulív og politikarar. Hon kom í so stórt politiskt ódnarveður, at hon fekst ikki í lag. Eitt nú vóru politikarar og onnur bangin fyri, at bygdir fóru at verða avtoftaðar og ov nógv framkomið vinnulív fingið í lag í Havn, um Sundsdepilin fekk høvdið fyri seg. Seinasta átakið frá Hans Mortensen var upplegg hansara um Havnina innan fyri Stóragarð. Saman við fleiri arkitektum legði hann fram hugsanir um, hvat gerast kann við miðbýin í Havn, so lív kemur í hann aftur. Hetta uppskot varð væl fagnað á almennum framløgufundi í Norðurlandahúsinum og er eitt av høvuðsevnunum í valstríðnum upp undir býráðsvalið tann 13. november 2012. Hans Mortensen tekur soleiðis saman um á skrivstovu síni á Gróthúsvegi í Hoyvík: "Eg var kanska ikki tann besti forrætningsmaðurin, men eg haldi, at eg havi verið ein góður íverksetari, ið eisini hevur lagt dent á byggifrøðilig og listarlig virðir. Eg iðri meg ikki eina løtu um tað stóra stigið, sum eg tók við SMS". "Men tað undrar meg framvegis, at handilslívið í miðbýnum ikki gjørdi meir við at fylgja menningini. Har hava verið nógv góð handilsfólk, men har hevur eisini verið knarrað í meira lagi", sigur Hans Mortensen at enda. Ein býlingur í Havn
Tak PDF fílu niður
Arkiv