sjúk í songini. Hon var so spent, at hon mundi givið upp ond av berari sinnisrørslu, og tað fekk Hans at hoyra fyri, tá hann kom aftur. "Eg var ikki nakar úrmælingur sum hondbóltsvenjari, men eg kundi leggja dent á kondisjón, megi og fastleika. Men spælararnir vóru allir úrmælingar á sínum økjum, so tilsamans vóru vit eitt gott lið, ið, eg skilji, risti sítt navn í føroyska ítróttasøgu", sigur Hans Mortensen í dag. HeldUr nielS brock enn edv Úr realskúlanum fór Hans í bankalæru í Føroya Banka. Hann tekur onkuntíð til, at tíbetur var starvssetanin avgjørd, áðrenn stjórin Nonnegaard hevði sæð próvtølini. Eftir lærutíðina stóð honum í boði at vera millum tey fyrstu starvsfólkini í Føroya Banka at læra seg elektroniska dataviðgerð. Helst fekk hann tilboðið, tí hann í bankanum hevði sýnt stóran áhuga fyri og verið kønur í bókhaldsskipanum, men nú valdi hann at fara til Danmarkar á handilsháskúla. Hann fór avstað við teirri avgjørdu ætlan at koma aftur til Føroya at gera sítt til at menna tað handilslív, sum hann hevði snoddað til í handlunum, sum foreldrini høvdu. Hans byrjaði á Niels Brock í 1965. Tvey ár seinni hevði hann tikið prógv og fór í starv í stórhandlinum Magasin du Nord í Keypmannahavn. Har var hann í tvey ár, og heim aftur komin til Havnar fór hann undir ymiskt handilsvirksemi. Tá Ítróttar- og Samkomuhøllin á Hálsi var komin í 1970, fór hann beinanvegin undir fyrstu føroysku keypsstevnuna. Hetta var eitt átak, sum nógvir handlar og nógv framleiðsluvirkir luttóku í á hvørjum ári í fleiri ár. Hetta var eisini ein stevna, sum almenningurin vitjaði væl, og hon var upprunin til tær mongu sølustevnurnar, ið seinni tóku seg upp kring landið. SMS keMUr í Stropa Hans Mortensen hevði aðrar og størri hugsjónir enn at selja tógv og gardinur í P/F Ebbu, sum var uppkallað eftir mammuni, bjóða pylsur og annan grillmat í Zanzibar og skipa fyri árligum keypsstevnum. Tá hann kom undan kavi við síni ætlan um at stovna eina sølumiðstøð í Havn við einum stórum matvørumarknaði og fleiri øðrum handlum undir sama taki var rok á grynnuni. So løgið tað ljóðar, tendraðist júst hetta hugskotið í Kirkwall í Orknoyggjum. Har lá Hans eina ferð veðurfastur saman við verkfrøðinginum Chr. Jensen á Landsbyggifelagnum og landsapotekaranum Jákupi Haraldsen. Teir báðïr sótu við eini ætlan um at byggja nýtt apotek uppi á Trapputrøðni. Gissa hevði teknað bygningin nakað soleiðis, sum hann sær út í dag, og so hevði hann ríslað eina gøtu niðan eftir við handlum fram við í báðum borðum. Hetta hugskotið menti Hans skjótt til eitt handilsøki undir taki; til eina sølumiðstøð, sum vóru blivnar alt vanligari uttanlands. Hann fór til Tórshavnar býráð við hugskotinum og varð væl móttikin í umsitingini. Hendan stórfingna ætlan gjørdi hol í sjógvin. Tað er sjálvsagt, at handilslívið kendi seg hótt, og sum fráleið rakk stríðið langt inn í tann býarpolitiska heimin. Tað skuldu nógvar og kronglutar viðgerðir til, áðrenn Hans Mortensen og hansara P/F SMS fingu játtan frá Tórshavnar býráð um at leiga eitt stórt grundstykki á Trapputrøðni millum R.C. Effersøesgøtu og Tinghúsvegin. Ikki minst varð nógv gjørt burturúr, at verfaðir hansara, skipasýnisstjórin Sofus Sivertsen, sat í býráðnum um hetta mundið. Ein skemtari fann upp á at nevna íverksetaran Hans fyri Sivertsens Mærkværdige Svigersøn, stuttstavaður SMS. SMS verðUr bygt Nógvar tingingar vóru í fleiri ár í ymsar ættir fyri at fáa sjósett ætlanina. Summi høvdu ilt av, at ein stórur matvøruhandil í SMS fór at køva Føroya Keypssamtøku. Hans Mortensen bjóðaði Keypssamtøkuni at hava og reka tann ætlaða matvøruhandilin í sølumiðstøðini. Tað endaði við, at FK segði nei takk, og so fóru Hans og hansara felagar sjálvir undir hendan størsta handilin í sølumiðstøðini. Tað munnu teir neyvan hava angrað, og teir gjørdu nógv burtur úr hesum partinum, sum fylti nógv í SMS. Eitt nú varð dentur lagdur á kjøtvørurnar. Til tess kravdist góður slaktari. Farið varð til Danmarkar at søkja eftir fólki, og settur varð Jørgen Jørgensen, sum framvegis er álit í Miklagarði. Til at tekna nýggju sølumiðstøðina varð heitt á danska arkitektin Flemming Hansen. Hans Mortensen legði dent á góðan arkitektur, dygd í tilfari og gott umhvørvi, bæði innan og uttan. Fyrsta uppleggið bleiv, at byggjast skuldu seks lonir, sum vóru átøkar neystum. SMS varð bygt í stigum. Spakin varð settur í í 1976, og SMS læt fyrstu ferð dyrnar upp mánadagin 2. november 1977. Hesin dagur hevur síðani verið hildin sum føðingardagur. Fyrsta stigið vóru tvær lonir
Tak PDF fílu niður
Arkiv