handlar og onkur kiosk, so tú eisini kundi hjálpast á heimabeitinum í eini knappari vend. Hetta var umhvørvið í Havn, sum situr so fast í huganum á teimum, sum livdu í tí. Hjá mongum var Kondittaríið hjá Frants miðstøð, bæði undir vegginum og innanveggja, og tey gloyma valla ta tøttu ferðslu, sum fór báðar vegir um Det Glade Hjørne, altíð floytandi og stundum hvínandi á tveimum hjólum. Jú, í Havn var miðbýurin miðbýur. Men sum fráleið bleiv ov trongt har og leitað varð heilt út um Stóragarð við bæði handlum og stovnum og nýggjum býarpørtum. Mamma Hans Mortensen, Ebba Mortensen, hevði tógvhandilin P/F Ebba í Sverrisgøtu. Pápi Hans Mortensen, Niels Gustav Mortensen, hevði í fimmtiárunum matvøruhandil í Tórsgøtu. Fyrsta føroyska landsliðið í hondbólti 1964. Húkandi ytst vinstrumegin Hans Mortensen. UppvakSin í býarMeldrinUM Mitt í øllum meldrinum í miðbýnum búði Hans Mortensen, og har livdi hann síni unglingaár í tí lívliga handilsumhvørvinum í Frantsabrekkuni og Tórsgøtu. Í grannalagnum yviri á Tinghúsvegnum búðu omman Jóhanna úr Heiðunum og abbin úr Funningsstovu í Havn, sum Hans varð uppkallaður eftir. Her gekk Hans Mortensen í Tórshavnar kommunuskúla á sjálvum Vaglinum, og haðani gekk leiðin í Færøernes Mellem- og Realskole á gomlu Húsagarðstrøðni eitt sindur longur uppi. Pápin Niels Mortensen úr Vági hevði keypt tann heiðurskrýnda matvøruhandilin hjá Lamba Jóannesi á horninum Sverrisgøtu-Tórsgøtu, og her tóku Hans og hansara fimm systkin eina hond í. Hans koyrdi eitt nú vørur runt til viðskiftafólk í øllum býnum við boðsúkkluni. Frítíðin varð einamest brúkt til skótalív og ítrótt. Fótbólturin var mest spennandi ítróttagreinin tá, men beinini vóru so long, at tey fløktust á vøllinum, so Hans kastaði seg heldur yvir hondbóltin, har long bein hava stóran týdning. Honum dámdi eisini væl í báti, og stundum var hann við kalvalínu við abbanum, sum var skipari á mjólkarbátum hjá Meiarínum. HondbóltUr og Føroya banki Sum ungur skóti var Hans á áhugaverdari skótajamboree í Birmingham í Onglandi við fróarmonnum sum Sverra Fon og Axeli Tórgarð á odda. Teir vóru tiknir úr leikum til bæði mentan og stuttleika. Tá liðið var um at koma ov seint til ferðamannaskipið “Tjaldrið” í Hetlandi, og teir sóu fyri sær, at teir máttu bíða eina heila viku eftir at sleppa heim, skuldi Axel siga við Sverra: ”Sig tú nú tað, sum sigast skal!” Teir náddu fartin. Í hondbólti gekk Hans Mortensen á odda í Neistanum, bæði á vøllinum og í nevndini. Hann var blaðungur, tá hann sum formaður í felagnum skipaði fyri at byggja Neistahúsið í Gundadali við nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi. Tað var eitt stórt og framkomið hús, sum skapti góðan og neyðugan trivnað í einum fátækum ítróttafelag. Summarið 1964 var Hans við á fyrsta føroyska hondbóltslandsliðnum, sum stóð seg væl móti Íslandi á hondbóltsvøllinum í Gundadali, og krúnuna setti hann á verkið, tá hann sum venjari stjórnaði hondbóltslandsliðnum í fyrstu CHMkappingini í Portugal í 1976. Tað segðist at vera so spennandi at fylgja við teimum mongu dystunum í útvarpinum, at hvør gomul omma í Føroyum sat við oyranum inni í lurtinum. Teirra millum var omma Hans, sum lá Ein býlingur í Havn Verfaðir Hans Mortensen, skipasýnisstjórin Sofus Sivertsen, var stundum sum býráðslimur í brennideplinum, tá SMS var í umbúna í sjeytiárunum.
Tak PDF fílu niður
Arkiv