L F U L LKO Okkara grøna fullkornsmerkið Okkara nýggja grøna fullkornsmerkið er tín tryggleiki fyri, at tað eru nógvar kosttrevjur og fullkorn í vøruni, ið tú keypir, men lítið av salti, sukri og fiti. Endamálið við okkara fullkornmerkinum er at gera tað lættari í gerandisdegnum at velja heilsugott, tá ið farið verður til handils. Vel fullkorn fyrst Snorri Patursson er kostfrøðingur. Hann hevur m.a. arbeitt hjá Fólkaheilsuráðnum í sambandi við kostárið 2011, og hann arbeiðir í løtuni sjálvstøðugt við fyribyrging viðvíkjandi kosti og heilsu. Alskurin hjá Snorra til fullkorn og kosttrevjur byrjaði tíðliga. Hann ásannaði skjótt, at hetta var ein hin lættasti vegurin til at bøta um heilsuna. Fullkorn er so nógv meira enn bara ”sunt”. Snorri heldur tað vera hugtakandi, at hetta lítla kornið kann vera so vælsmakkandi og mettandi, samstundis sum tað hevur so týðandi og fyribyrgjandi eginleikar. Tá ið tú raðfestir fullkorn, er tað í veruleikanum heldur eitt tilval enn eitt frával. Tú missir einki, men fært eina rúgvu ístaðin. ”Raðfest fullkorn, tað geri eg”. Snorri Patursson Mylnan Tað er eingin ivi – vit hava ábyrgd av at stuðla upp undir framleiðslu av vørum, ið gera tað lættari at eta heilsugott og fjølbroytt. RN VE 3
Download PDF fil